Annað

Altjóða dartkappingar á Glasi

27. til 29. mars verða altjóða dartkappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-03-08 14:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í døgunum 27. til 29. mars verða altjóða dartkappingarnar Tórshavn Open og Faroe Islands Open spældar á Glasi.

Umstøðurnar at halda slíkar kappingar á Glasi eru sera góðar og aftur í ár verða nógvir luttakarar bæði úr Føroyum og restini av Evropa. Higartil hava yvir 100 luttakarar úr sjey londum meldað til.

Hóast talan er um altjóða skrásettar kappingar, so kunnu allir dartspælarar vera við. Kappingarleisturin verður tann sami, sum vit kenna frá kappingunum hjá Dartsambandinum her heima.

Fríggjadag verður kappast í tvímansleiki. Leygardag og sunnudag eru kappingar í einmansleiki hjá kvinnum, monnum og unglingum. Tað er ikki neyðugt at melda til allar tríggjar dagarnar fyri at vera við. Tilmelding til kappingarnar fer framm á www.hdf.fo

Verandi meistarar koma aftur
Í 2025 vann Corné Groeneveld úr Hollandi báðar kappingarnar hjá monnum og Axel James Wright úr Íslandi vann báðar kappingarnar hjá unglingum, meðan Maud Jansson og Anna Forsmark, báðar úr Svøríki, vunnu hvør sína kvinnukapping.

Øll hesi hava longu boðað frá, at tey koma aftur til Føroya í ár í royndini at endurvinna meistaraheitini.

Havnar Dartfelag og Dartsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder