- Nýggja høllin skal gerast á ein slíkan hátt, at hon nøktar vaksandi tørvin hjá ítróttinum, mentanini og ráðstevnuvinnuni í fleiri tíggju ára skeið fram, og at høllin tí ikki verður ein skjót neyðloysn.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, við Dag & viku, nú ætlanin er at gera ein marghøll í Hoyvíkshaganum við Stórutjørn.
Tórshavnar kommuna er farin undir fyrstu stigini til høllina.
- Staðsetingin her er væl egnað tí at komandi innkomuvegurin til Havnar gongur gjøgnum hetta økið, sigur Sigurð Ólason Vang, mentamálaleiðari í høvuðsstaðarkommununi, við Dag & viku.
- Vit skulu finna útav hvat innihald høllin skal hava, hvørji mát hon skal hava. Vit kenna avbjóðingarnar í hondbólti til dømis, sigur hann.
Teir tríggir heimadystirnir í Danmark hesa undankappingina hava kostað Hondbóltssambandinum eina millión krónur. Fyrsti heimadysturin varð leiktur í Skjern, annar dysturin í Royal Arena í Keypmannahavn og hóskvøldið varð leikt í Farum.
- Politiski viljin er blivin betri. Øll skilja væl at hetta er ein óhaldbar støða, so tað virkar sum tað er ein vilji at fáa hetta upp at koyra skjótari enn vit høvdu hildið. Okkara áheitan er sjálvandi at hetta má setast í verk so skjótt sum gjørligt, sigur Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í Hondbóltssambandinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald