
B36 er tað felagið, sum hevur flest inntøkur av atgongumerkjasølu. HB er felagið, sum fær flest burtur úr sínum stuðulsavtalunum. B36 og Víkingur høvdu nógv best úrslit. Meðan HB hevði nógv størsta hallið.
Nógv áhugavert er at lesa butur úr roknskapunum fyri 2018 fyri tey tíggju fótbóltsfeløgini, sum spældu í bestu fótbóltsdeildini seinasta kappingarár.
Sera ymist er hvussu hilnast hjá feløgunum, og týðuligt er at síggja, at tað er lættari at vera kassameistari í teimum feløgunum, sum sleppa við í evropeisku kappingarnar, tí tað gevur stórar inntøkur.
Vit hava sett roknskapirnar saman til samanberingar, og stóru inntøkurnar frá Uefa kunnu síggjast við at hyggja at tølunum hjá Víkingi, sum luttók í Champions League, og hjá B36, KÍ og NSÍ, sum spældu í Evropa League. Víkingur tapti fyrsta umfar í Champions League, men fekk síðan eitt umfar í Evropa League, men tapti eisini har.
B36 fekk mest burtur úr síni luttøku í Europa League, tí tað eydnaðist teimum at spæla seg víðari tvær ferðir, og spældi sostatt trý umfør. KÍ fekk tvey umfør, meðan NSÍ fekk bara eitt umfar.
Onnur áhugaverd tøl í roknskapunum er hvussu nógv feløgini rinda út í leikaralønum. Her sæst, at tað eru KÍ, Víkingur og NSÍ, sum rinda mest. Fyrivarni skal tó takast fyri, at tað kann vera ymist hvussu roknskapurin verður settur upp, og at tølini, vit hava funnið fram, ikki eru heilt samanberilig.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur kunngjørt roknskapirnar, og tað er upp til ein og hvønn at kanna tølini. Roknskapirnir síggjast her
Nøkur høvuðstøl (í túsund krónum)
|
07V |
AB |
B36 |
EB/S |
HB |
KÍ |
NSÍ |
SKÁ |
TB |
VÍK |
Atgongum.søla |
136 |
440 |
1.044 |
301 |
549 |
896 |
401 |
315 |
18 |
403 |
Stuðulsavtalur |
1.718 |
1.197 |
1.052 |
348 |
3.081 |
300 |
1.281 |
312 |
799 |
793 |
UEFA |
435 |
- |
5.450 |
107 |
0 |
3.829 |
1.878 |
0 |
- |
6.403 |
Inntøkur |
3.600 |
1.878 |
9.853 |
2.233 |
4.694 |
8.026 |
4.777 |
1.960 |
2.097 |
8.696 |
Starvsfólkakostn. |
3.315 |
898 |
3.374 |
1.608 |
3.698 |
4.144 |
3.284 |
1.140 |
279 |
3.561 |
Herav leikaralønir |
- |
662 |
1.802 |
1.503 |
1.847 |
2.466 |
2.332 |
750 |
- |
2.413 |
Rakstraravlop |
-577 |
270 |
1.896 |
-262 |
-1.563 |
296 |
-181 |
-74 |
164 |
1.836 |
Ársúrslit |
-713 |
173 |
1.849 |
-305 |
-1.807 |
290 |
-241 |
-145 |
134 |
1.798 |
Eginogn |
2.420 |
2.246 |
4.616 |
-439 |
3.659 |
263 |
92 |
-121 |
192 |
4.564 |
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald