Annað

Alvi og Signhild standa seg væl í EM

Báðir svimjararnir hava sett persónlig met.

Alvi og Signhild standa seg væl í EM

Mynd: Svimjing.com

2018-08-06 11:02 Author image
Ari av Rana

Evropeiska meistarastevnan í svimjing er í hesum døgum í Glasgow í Skotlandi. Alvi Hjelm og Signhild Joensen umboða oyggjarnar á stevnuni.

Svimjararnir báðir hava staðið seg væl í Glasgow. Eftir tríggjar kappingar við føroyskari luttøku, eru trý persónlig met sett, skrivar svimjing.com.

Fríggjadagin svam Alvi Hjelm 400 metrar frí við tíðini 4:02.29. Við hesum betraði hann um sítt egna met við meiri enn fýra sekundum. Gamla metið var 4:06.77.

Leygardagin svam Signhild Joensen 50 metrar rygg við tíðini 29.54, og hon betraði um sítt egna met við næstan einum hálvum sekundi. Gamla metið var 29.96 sek.

Sunnudagin kappaðist Alvi Hjelm í 200 metrar blandað. Alvi svam teinin á 2:07.88. Gamla metið hjá Alva var 2:08.41.

Í dag svimur Signhild Joensen 100 metrar rygg, og mikudagin skal hon aftur í hylin, tá hon skal svimja 200 metrar rygg. Hósdagin kappast Alvi í 400 metrar blandað.