
Italski fótbóltsvenjarin, Carlo Ancelotti, sum nú er brasilskur landsliðsvenjari, er dømdur eitt árs fongsul í einum sponskum rætti fyri skattasvik.
Ancelotti varð ákærdur fyri ikki at hava goldið skatt fyri eina milliónaupphædd í inntøkum frá myndarættindum, meðan hann var venjari í felagnum Real Madrid í 2014.
Hann sleppur undan at skula inn at sita, men skal rinda eina bót uppá góðar 386.000 evrur, svarandi til umleið 2,9 krónur.
Undir rættarmálinum hevur Ancelotti víst aftur, at hann hevur snýtt tilvitað. Hann segði, at hann bara hevði gjørt sum øll onnur í felagnum um tað mundið.
Reuters skrivar, at Ancelotti sleppur undan at skula inn at sita. Í Spania er ikki vanligt at senda dømd inn at sita, um talan er um dómar undir eitt árs fongsul tá talan ikki er um harðskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald