
Søgurnar hava gingið í eina tíð, og nú er tað váttað. Italski Carlo Ancelotti varð í gjár kunngjørdur sum nýggjur venjari fyri brasilska landsliðið í fótbólti, og skal harvið hjápa liðnum úr einum truplum tíðarskeiði, so tað kann klára seg til HM kappingina í 2026.
Fyrrverandi Real Madrid venjarin fær sín fyrsta dyst sum landsliðsvenjari, tá Brasil skal spæla HM-undandystir móri Ekvador og Paraguai í næstum.
- Eg eri errin av at hava fingið møguleikan at standa á odda fyri heimsins besta liði, segði 65 ára gamli italiumaðurin á einum tíðindafundi hjá brasilska fótbóltssambandinum, CBF, í gjár.
Ancelotti tekur við eftir Dorival Junior, sum misti starvið eftir eyðmýkjandi 4-1 tapið á Argentina herfyri.
Carlo Ancelotti er ein av mest vinnandi fótbótlsvenjarunum yvirhøvur. Tilsamans hevur hann vunnið 15 meistaraheiti sum vejnari fyri AC Milan, Chelsea, Paris Saint-Germain, Bayern München og Real Madrid.
Hann er sostatt einasti venjari í fótbóltssøguni, sum hevur vunnið meistaraheiti í øllum teimum fimm størstu fótbóltskappingunum í Evropa.
Harumframt hevur hann funnið fimm Champions League-finalur, sum eisini er met fyri ein venjara.
Í ár hevur Carlo Ancelotti tó ikki vunnið steyp ella heiðursmerki fyri spanska felagið Real Madrid.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald