Fótbóltur

Andras Gango heldur fram í Tromsø

Andras skal venja málmenninar í Tromsø IL fram til endan av kappingarárinum.

Mynd: Tromsø IL

Mynd: Tromsø IL

2019-07-10 11:03 Author image
Ari av Rana
placeholder

Andras Gango, sum í fleiri ár vardi málið fyri fleiri ymisk føroysk feløg, er í løtuni í Norra, har hann er málmansvenjari hjá Tromsø IL í bestu norsku deildini. Í gjárkvøldið boðaði felagið frá, at nýggjur sáttmáli er skrivaður við málmansvenjaran.

Gango hevði sáttmála fram til summarsteðgin, men hesin er nú longdur til endan av kappingarárinum.

Ítróttarstjórin í Tromsø IL, Svein-Morten Johanesen, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at teir eru sera væl nøgdir við arbeiðið, sum Gango hevur gjørt, og at hann passar væl inn í felagið.

Gango sigur sjálvur við heimasíðuna hjá felagnum, at hetta hevur nógv at siga fyri hann, tí at hann hevur ynski um at arbeiða í stórum feløgum sum Tromsø.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder