Fótbóltur

Andrass Johansen kann enda í Danmark

Í løtuni venur B36-profilurin við B93, sum spælir i næstbestu donsku deildini. Tað verður tó ikki vist enn, um tað verður til meira.

Andrass Johansen hevur sáttmála við B36 fyri 2024. Tað er óvist, um barndómsfelag hansara skal spæla í Evropa næsta ár. Tað er eisini ein møguleiki fyri, at Andrass fer víðari (Mynd: Sverri Egholm)

Andrass Johansen hevur sáttmála við B36 fyri 2024. Tað er óvist, um barndómsfelag hansara skal spæla í Evropa næsta ár. Tað er eisini ein møguleiki fyri, at Andrass fer víðari (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-01 20:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Andrass Johansen er uppvaksin í B36 og hevur seinastu árini verið ein profilur á fremsta liðnum. Til tíðir hevur orkuríki og dugnaligi miðvallarin havt liðskiparabandið, og tað er helst ósannlíkt, at Andrass fer at umboða annað føroyskt felag.

Tað er tó ikki so ósannlíkt, at hann fer at royna seg uttanfyri landoddarnar, og í løtuni venur landsliðsspælarin á Eysturbrúgv í Danmark. Søguríka B93 flutti upp í næstbestu donsku deildina í fjør. Tað var við fyrrverandi HB-venjaranum Kim Engstrøm við róðrið. Hann er framvegis venjari hjá felagnum, sum hevði føroyska Henrik Thomsen í hópinum síðst í 70'árunum.

Andrass Johansen er júst byrjaður at venja við hópinum hjá B93. Hann fer at venja við B93 til landsliðið fer til Noregs um ellivu dagar. Hetta hevur Portalurin fingið upplýst.

Eftir hetta verður hugt uppá støðuna. Andrass hevur tó sáttmála við B36 fyri 2024 eisini. Harvið noyðist B93 - ella okkurt annað felag - at keypa hann leysan, um tað skuldi verið.

Tað er tó óvist, um Andrass Johansen fer nakran veg í vetur. 22-ára gamli miðvallarin hevur fingið fitt av minuttum á A-landsliðnum í ár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder