- Í dag er ein av meira kenslubornu døgunum. Eftir fleiri tankar og reflektiónir havi eg valt at seta yrkisleiðina á stegð eina tíð - ella møguliga steðga henni.
Hetta sigur Andrass Johansen við síðuna hjá Fremad Amager, sum havnarmaðurin hevur verið knýttur at síðani tíðliga í 2025, tá hann flutti til Danmarkar. Men sáttmálin er nú slitin eftir ynski frá føroyska miðvallaranum.
Hesum boðar Fremad Amager frá. Orsøkin eru í stóran mun skaða, sum Andrass Johansen hevur havt sínar avbjóðingar av.
- Eg havi í fleiri ár stríðst við nógvar skaðar, sum eru orsøkin til hesa støðuna. Í mai skrivaði eg undir ein sáttmála, galdandi fyri tvey ár, við vónini um summarsteðgurin fór at hjálpa mær ígjøgnum teir skaðar, eg hevði. Men so varð ikki, og tískil havi eg tikið avgerð um at steðga, sigur Andrass Johansen.
Hann hevði verið stórur profilur hjá B36 áðrenn skifti, og eisini spælt fyrstu dystirnar á A-landsliðnum, men í 2024 oyðiløgdu skaðar árið hjá Andrassi. Og hóast tekniskt dugnaligi og orkuríki miðvallarin hevur havt nakrar góðar løtur á Amager - millum annað í donsku 2. division í vár - órógva skaðarnir framvegis ov nógv.
![]()
Andrass Johansne í evropeiskum dysti fryi barndómsfelagið B36 í 2023 (Mynd: Sverri Egholm)
Ítróttarstjórin hjá Fremad Amager, David Boysen, harmast, tí ætlanin var, at Andrass Johansen skuldi vera eina av berandi kreftunum á Amager næstu árini og fáa liðið upp í næstbestu deildina aftur. Men í skrivinum verður eisini gjørt greitt, at felagið skilir støðuna.
Andrass Johansen hevur spælt 6 A-landsdystir fyri Føroyar. Seinast í venjingardysti móti Danmark tíðliga í 2024. Hann fyllur 25 ár seinni í ár og fer, í øllum førum fyribils, ikki at spæla fótbólt á høgum stigi.
![]()
Andrass í nærdysti við Pierre-Emilie Højbjerg á Brøndby Stadion í 2024 (Mynd: EPA)
Andrass Johansen spældi í eitt ár og nakrar mánaðir við Fremad Amager. Partarnir gjørdu nýggjan sáttmála í mai, og ætlanin var, at Andrass skuldi halda fram sum profilur (Mynd: Fremad Amager)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald