Fótbóltur

Andrass og Martin hava longt við barndómsfelagið

Nýggju sáttmálarnir hjá ungu leikararunum eru galdandi í tvey og eitt hálvt ár.

Martin Agnarsson (t.h) og Andrass Johansen (t.v.) eftir at nýggju sáttmálarnir eru undirskrivaðir. Millum ungu leikararnar er formaðurin Magni Vatnhamar Mouritsen (Mynd: b36.fo)

Martin Agnarsson (t.h) og Andrass Johansen (t.v.) eftir at nýggju sáttmálarnir eru undirskrivaðir. Millum ungu leikararnar er formaðurin Magni Vatnhamar Mouritsen (Mynd: b36.fo)

2021-07-06 15:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Teir hava spælt ávíkavist tólv og sekstan dystir í ár og samanlagt 46 og 22 dystir fyri besta liðið hjá B36, ið teir eru vaksnir upp í.

Talan er um 19 ára gamla Andrass Hildibjart Johansen og 17 ára gamla Martin Agnarsson, sum í gjárkvøldið skrivaðu undir við B36. Nýggju sáttmálarnir eru báðir galdandi fram til árslok 2023.

- Teir eru báðir partur av ungdómsrbeiðinum hjá B36 og tað er eitt avgjørt mál hjá okkum, at vit í størri mun skulu byggja liðið kring okkara egnu spælarar. Hetta eru spælarar, sum hava stórt potentiali, og sjálvt um teir longu hava bitið seg fastar á liðnum, so er framvegis nógv, sum kann leggjast afturat í spælinum hjá teimum, og tí er tað gleðiligt, at vit teir halda fram her hjá okkum í minsta lagi fram til 2023. Teir hava alla tíðina víst, at teir eru til reiðar at arbeiða hart og gera tað eyka arbeiðið, sum skal til, tá tú vilt røkka tínum málum. sigur Dan Brimsvík við heimasíðuna hjá B36.

Formaðurin, Magni Vatnhamar Mouritsen, fegnast eisini:

- Vit hava eina miðvísa ætlan um, at vit støðugt skulu menna okkara egnu spælarar. Vit eru sera fegin um, at Andrass og Martin veruliga hava bitið seg fastan á besta mansliðnum, og vit eru ikki minni fegin um, at teir nú hava skrivað undir fram til ársenda 2023.

Nú summarsteðgur er í Betrideildini, liggur B36 á 5. plássi við 24 stigum fyri 14 dystir. Liðið hevur spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder