Annað

Andrass Thomsen skal royna seg í EM fyri masters

Hann skal svimja 200 frí fyrrapartin til Europameistarakappingina fyri masters, sum er í Slovakia næstu dagarnar.

(Mynd: Svimjisamband Føroya)

(Mynd: Svimjisamband Føroya)

2026-08-19 07:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Europameistarakappingin fyri masters er í Samorin í Slovakia 18. - 30. august

Havnar Svimjifelag eigur ein svimjara, sum luttekur og tað er Andrass Thomsen.

hann skal í dag svimja 200 frí. Andrass Thomsen hevur vant miðvíst fram móti hesi kapping. Í oktober var hann á venjingarlegu í Turkalandi saman við kappingarliðunum hjá HS. Andrass hevur luttikið til FM og aðrar kappingar í Føroyum seinastu árini.

Svimjisambandið skrivar tó, at Andrass Thomsen fyri trimum vikum síðani var so óheppin, at hann breyt eitt rivjabein. Tískil hevur hann ikki kunnað vant tað, sum skal til.

Á startlistanum liggur Andrass nr. 8 við tíðini 2.21.50. Hetta er í aldursbólkinum 40-44 ár. Teir liggja allir millum 1.59 og 2.24.

- Vit vóna, at Andrass fær spent seg út, hóast skaðan, sum hann hevur og við Bartali Eidesgaard á kantinum, kann tað bara verða gott. Andrass svimur í morgin millum kl. 8.45 – 9.10 okkara tíð. Koyr á, Andrass!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder