
Hann tók við sum fyribils venjari eftir Adolfo Sormani tíðliga í mai, og skjótt sá HB heilt øðrvísi út.
André Olsen hevur staðið á odda fyri HB í 16 Betrideildardystum: Úrtøkan er tólv sigrar og fýra javnleikir.
Umframt hetta trýsti HB Brøndby til tað allarseinasta í Conference League.
Harvið er tað ikki óvæntað, at HB-nevndin hevur tikið avgerð um at gera eina fasta avtalu við 34-ára gamla toftamannin.
HB hevur júst boðað frá, at André Olsen hevur skrivað undir sáttmála, sum er galdandi til og við kappingarárið 2027.
André Olsen undirskrivar sáttmálan - hetta er fyrsta høvuðsvenjarastarvið hjá honum í fremstu mansdeildini (Mynd: Havnar Bóltfelag/RS Media)
Nú trý umfør eru eftir, eru menninir hjá André á 3. plássi - tvey stig eru upp til NSÍ, sum er á tí 2. plássinum, sum kann geva størri fíggjarligar inntøkur og pláss í 2. umfari í Conference League næsta ár.
Hetta er fyrsti fasti føroyski venjarin, sum HB hevur sett meira enn nakrar mánaðir fram og til at byrja eitt nýtt kappingarár, síðani Sigfríð Clementesen, ið var venjari í 2017. Jákup Martin Joensen var høvuðsvenjari hjá HB størsta partin av 2023, eins og André Olsen hevur verið í ár.
Teitur Matras Gestsson og Tróndur Jensen hava verið hjálparvenjarar undir André Olsen, Jens Martin Knudsen málverjuvenjari og Áki Johansen greinari. Tað er ikki kunngjørt, um allir hesir - ella nakrir teirra - halda fram í 2026.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald