
- Vit byrja ikki væl: Lata eitt mál inn tíðliga og lættliga. Men síðani leypa vit á teir og sita á dystinum eftir málið. Síðani javna vit - í 2. hálvleiki verja vit nógv, og so hava vit einstaklingadygdir, sum avgera dystin.
- Vit fara nú í play-off finaluna við góðum treysti: Ein sigur afturat og so eru vit í Ekstraklasa.
Tað var sum vera man ein ógvuliga fegin Andrias Edmundsson, sum almenna Facebook-síðan hjá Wisla Plock tosaði við í kvøld. Føroyski miðverjin setti orð á play-off dystin, har hann sjálvur javnaði, og sum Dani Pacheco avgjørdi við beinleiðis frísparki seint í dystinum.
Sí eisini: Andrias Edmundsson við at bjarga Plock plássinum
24-ára gamli toftamaðurin var lyklaspælari í sigrinum (Mynd: Wisla Plock)
2-1 sigurin á Polonia Warszava hevur við sær, at Andrias Edmundsson og liðfelagarnir eru eitt fet nærri bestu pólsku deildini. Nú er liðið í play-off finaluni í næstbestu pólsku deildini.
Hesin dysturin verður á heimavølli sunnudagin seinnapartin móti Legnica, ið júst hevur vunnið sína play-off hálvfinalu. 24-ára gamli toftamaðurin sigur, at har skal Wisla Plock fyrst og fremst verja væl og síðani leypa á og gagnnýta veikleikarnar hjá mótsstøðuliðnum. Plock vann á Legnica síðsta vikuskifti.
Á sosialu miðlum felagsins stórfegnast fjepparar um føroyingin, sum verður skýrdur "Man of The Match" og ein, ið felagið ikki skal selja víðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald