Fótbóltur

Andrias Edmundsson við til at bjarga Plock plássinum

Føroyski miðverjin javnaði við frálíkum stútara og seint í dystinum avgjørdi Wisla Plock play-off hálvfinaluna. Uppflyting til bestu deildina kann tryggjast sunnudagin.

2025-05-29 19:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Wisla Plock kom í trupulleikar tíðliga í play-off hálvfinaluni í næstbestu pólsku deildini.

Liðið hjá Andriasi Edmundsson hevði heimavøll, tí liðið endaði á 3. plássi í grundspælinum. Gestirnir úr Polonia Warszava endaðu á 6. plássi, men teir komu næstan beinanvegin á odda í Plock. Taparin av dystinum í kvøld misti uppflytingarmøguleikan.

Í 34. minutti eydnaðist tó Wisla Plock og føroyska miðverja tess at javna. Eftir eitt hornasparksinnlegg var Andrias hægstur, og 24-ára gamli toftamaðurin stútaði bóltin ógvuliga væl í málið.

[object Object]Styrkin hjá Andriasi í luftuni - og eisini í verjuni - kom veruliga Wisla Plock til góðar, nú uppflytingarmøguleikin var uppá spæl (Savnsmynd: Hans Erik Danielsen)

Tað var leingi 1-1 í play-off finaluni, men eftir 88 minuttir fekk heimaliðið fríspark stutt uttanfyri brotsteigin hjá Polonia. Tað skuldi spaniólin Dani Pacheco taka sær av, og fyrrverandi Liverpool-miðvallarin sendi bóltin flott í málið.

So var stórur fagnaður á teimum mongu túsund áskoðarunum. Tað endaði 2-1, og harvið er Wisla Plock eitt fet nærri bestu pólsku deildini aftur. Til tess krevst ein sigur í play-off finaluni sunnudagin.

Ekstraklasa er besta deildin í Póllandi. Hon er í løtuni styrkismett sum nummar 15 av fremstu deildunum í Evropa - millum annað frammanfyri Superliguna í Danmark. Harvið vildi tað verið ógvuliga gott og spennandi fyri landsliðsmiðverjan at spæla í deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder