Mánadagin keypti Hellas Verona hann leysan úr Wisla Plock fyri, í fyrstu syftu, umleið tjúgu milliónir krónur.
Í kvøld byrjar Andrias Edmundsson inni og gerst harvið fyrsti føroyingur í Serie A.
Hetta til botnbrak á heimavølli, frammanfyri kanska fleiri enn 20.000 áskoðarum.
Hellas Verona og Pisa hava bæði 14 stig, nú 15 umfør eru eftir í Serie A, og liggja ávikavist aftast og næstaftast í deildini. Bæði hava skifti venjara í vikuni.
Dysturn byrjar klokkan 19.45 og sæst á TV2 Play - sum millum annað er partur av størsta pakkaum hjá Televarpinum.
Andrias Edmundsson spælir við 5-talinum á rygginum. Helst veður tað til vinstru í miðverjuni. Hellas Verona spælir í myrkabláum.
Mynd: Hellas Verona
Sí eisini: Eingin orsøk hjá Andriasi at halda at hann ikki fer at standa seg væl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald