Fótbóltur

Andrias Edmundsson heldur fram í Póllandi

Wisla Plock og Andrias Edmundsson leingja, boðar felagið frá. Leysasøgur vóru annars um, at stórt boð var komið uppá verjuskansan.

(Mynd: Wisla Plock)

(Mynd: Wisla Plock)

2025-12-23 11:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leysasøgur vóru um, at landsliðsverjuskansin Andrias Edmundsson var á veg til annað felag fyri omanfyri 22 milliónir, men nú er greitt, at hann verður verandi.

Felag hansara, Wisla Plock, boðar nú frá, at partarnir lengja til 30. juni 2027.

Toftamaðurin kom til Wisla Plock við kappingarbyran í 2024 tá felagið spældi í næstbestu deildini og gjørdist nærum beinanvegin fastur maður.

Hann var við til at felagið flutti upp í bestu pólsku deildina og hevur spælt við allar minuttirnar í ár í 18 kappingardystum og skorað eitt mál.

-

Kenn tín liðfelaga: Andrias Edmundsson og Hanus Sørensen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder