Fótbóltur

Andrias Edmundsson og teir hava tapt tríggjar dystir á rað

Wisla Plock varð í gjárkvøldið sligið út av pólsku steypakappingini eftir longda leiktíð í Katowice. Føroyski miðverjin varð skiftur út tíggju minuttir eftir steðgin - hann varð spardur.

Tað gekk ikki hjá Andriasi Edmundsson og Plock í steypakappingini. Nú er bert landskappingini eftir - har er longu uppgáva aftur fríggjakvøldið móti Katowice (Mynd: Wisla Plock)

Tað gekk ikki hjá Andriasi Edmundsson og Plock í steypakappingini. Nú er bert landskappingini eftir - har er longu uppgáva aftur fríggjakvøldið móti Katowice (Mynd: Wisla Plock)

2025-09-24 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gekk sum eftir ánni hjá Andriasi Edmundsson og Wisla Plock fyrstu vikurnar av kappingarárinum 2025/2026. Uppflytararnir vóru ósigraðir og greitt á odda eftir seks umfør í fremstu pólsku deildini.

Plock tapti síðani 1-0 fyri Arka í síðsta dystinum undan landsliðssteðginum, og í einasta landskappingardystinum higartil síðani endaði tað eisini 0-1. Hetta var móti Jagiellonia, sum av álvara bjóðar av nú.

Andrias og teir skuldu eisini spælt oddadyst móti Cracovia 13. september, men tá regnaði alt ov illa í Plock - vøllurin var í ov ringum standi vegna nógva avfallið.

Úti av steypakappingini

Wisla Plock er tó framvegis í pólska oddastíðnum; nummar trý og við tveimum stigum upp í skrivandi løtu. Tað var eisini spælandi í Katowice í gjár, men har gjørdist føroyingafelagið ov stutt.

Tað gekst annars væl hjá føroyingum í suðurpólska býnum í summar: U21-hondbóltsmenninir spældi flestu dystirnar í HM-endaspælinum í Katowice Arena, sum er bygd uppí stóra fótbóltsleikvøllin.

[object Object]
Føroyingar fing eitt søguligt bronsuheiðusmerki í Arena Katowice í juni. Høllin og fótbóltsvøllurin har eru so at siga saman (Mynd: Sverrri Egholm)

Føroyingurin hjá Wisla Plock, sum forrestin eisini er stórt innan hondbólt, spældi 55 minuttir í Katowice í gjár. Heimaliðið, sum eisini er í Ekstraklasa, kom longu á odda í 17. minutti.

Portalurin hevur fingið váttað, at Andrias Edmundsson varð spardur saman við tveimum øðrum, sum fóru út tá. Sterki miðverjin og Plock skulu spæla longu aftur fríggjakvøldið. Hetta eisini ímóti Katowice - í landskappingini. Annars spælir 24-ára gamli toftamaðurin 90 minuttir so at siga hvørjaferð.

Tá hevur Plock okkurt at løna aftur. Tí hóast útiliðið í gjár javnaði tvær ferðir - seinni ferð til 2-2 í 96. minutti - so var Katowice omaná og kom víðari í steypakappingini. Hetta er serliga takkað verið Bartosz Nowak, sum skoraði bæði málini í longdu leiktíðini og hattrikk í 4-2 sigrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder