Plzen, Kekkia (Portalurin) - Føroyska A-landsliðið við monnum hevur um eina løtu ógvuliga torføra uppgávu at útføra í Kekkia.
Eins og Håkan Ericson segði á tíðindafundinum í gjár, so er talan um fýra broytingar á føroyska liðnum, í mun til dystin móti Póllandi. Hørður Askham og Gunnar Vatnhamar vóru tveir av teimum, ið byrjaðu tá - teir eru ikki tøkir í kvøld-
Andrias Edmundsson og Sonni Ragnar Nattestad koma inn hvør sínumegin Odmar Færø í einari trý-mansverju. Sonni Ragnar stóð seg sum heild væl sum vinstri miðverji í Póllandi í síðsta mánaða, men hevur ikki spælt so nógv síðani tá. Andrias, ið til dagliga spælir í triðbestu pólsku deildini, spælir sín fyrsta undankappingardyst.
Pætur Petersen byrjar eisini inni á fyrsta sinni til undankappingardyst. Hann hevur ikki spælt so nógv íslendska KA, men skal koma við orku sum einsamallur fremsti maður. Harvið byrjar bróður Andrias, Jóan Símun Edmundsson, á bonkinum. Tað ger Jóannes Bjartalíð óvæntað eisini. Ári Mohr Jónsson úr HB verður vinstri vongur og skal royna at hótta kekkar við sínari ferð og fysikki.
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Mattias Lamhauge - René Shaki Joensen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (L) - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Ári Mohr Jónsson - Pætur Petersen
Í dag, sunnudagin 15. oktober
17:00 Kekkia - Føroyar
Støðan eftir seks umfør:
1. Albania 13 stig
2. Pólland 9 stig
3. Kekkia 8 stig *
4. Moldova 8 stig *
5. Føroyar 1 stig
* Ein dyst færri
Fótbóltur
Andrias fær møguleikan í einum undankappingardysti
22-ára gamli toftamaðurin ein av trimum miðverjum í Kekkia - spælir tó ikki saman við beiggja sínum frá byrjan. Pætur Petersen byrjar sum fremsti maður. Sonni Ragnar Nattestad og Ári Mohr Jónsson koma eisini inn.
Mynd: Sverri Egholm
2023-10-15 15:32
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald