Annað

Andrias Nielsen nýggjur í nevndini

Ríðisamband Føroya hevði aðalfund herfyri, og nýggjur tiltakslimur gjørdist Andrias Nielsen. Formaður er Brandur í Dali.

Andrias Nielsen og Brandur í Dali (Mynd: Ríðisamband Føroya)

Andrias Nielsen og Brandur í Dali (Mynd: Ríðisamband Føroya)

2024-06-26 11:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tá Ríðisamband Føroya herfyri hevði aðalfund, var nevndin afturvald. Einasta broytingin er at Andrias Nielsen, umboðandi Dalaross gjørdist nýggjur tiltakslimiu.

Nevndin er nú Brandur í Dali, formaður, Zacharias R. Jacobsen, næstformaður og Valborg Laksafoss, nevndarlimir. Tiltakslimir eru Poula Tornby og Andrias Nielsen.

Ríðisambandið hevur stórar avbjóðingar fyri framman, eitt stórt landslið fer til Danmarkar í august at umboða Føroyar til NM í ginguløgum. Helst verður tað størsti hópur nakrantíð, ið ferð at kappast í Herning.

Heimligu kappingarnar í gonguløgum enda hetta vikuskiftið við FM kapping á breytini hjá Føroyskt Íslandsrossafelag undir Kráarheyggi. Kappríðingarnar eru nýligani byrjaðar, men har er ein stór avbjóðing við at nýggju innkomuvegur í Havnini, hevur kvett breytina í Marknagili sundur, sigur Ríðisambandið.

Arbeitt verður við hvussu kappingarnar skula skipast í summar og ein loysn væntast í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder