
Teir hava sett sær høg mál, og í morgin hava ungu brøðurnir úr Hoyvík sína helst higartil størstu uppgávu á skránni.
Evropeiska hondbóltssamgongan hevur í ár á fyrsta sinni eina ungdóms-liðkapping. EHF Youth Club Trophy svarar til Champions League fyri U18-lið, og nógv stór feløg eru við.
Mynd: EHF
Tvey teirra eru feløg, sum hava føroyskar A-landsliðsprofilar á teirra bestu liðum. Tey eru Füchse Berlin og IK Sävehof.
Hákun West av Teigum og Óli Mittún eru ov gamlir til hesa kappingina, men tveir aðrir við fortíð í H71, sum framvegis eru ungir, sleppa á vøllin.
Andrias Fríðuson Gaard og Høgni Fríðuson Gaard skulu døma uppgeðrina millum týska høvuðsstaðarfelagið og svenska felagið, sum hevur eina ógvuliga stóra ungdómsdeild.
Teir búgva báðir í Keypmannhavn, har brøðurnir eru undir lesnaði, men dømingin fyllur nógv. Høgni og Andrias eru í framgongd í skipanini og hava hetta kappingarárið millum annað dømt nakað í næstbestu donsku mansdeildini.
Málið er at verða altjóða elitudómarar, og tá eru slíkir dystir sum tann í morgin, skírisdag klokkan 12.30, helst eitt ógvuliga gott fet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald