Fótbóltur

Andrias og teir eru tveir sigrar frá uppflyting

Chojniczanka sigraði í gjár og skal spæla play-off hálvfinalu hósdagin. Føroyski landsliðsmiðverjin spælir um uppflyting til næstbestu deildina í Póllandi.

Andrias Edmundsson hevur staðið sterkur í myndini seinastu fimm A-landsdystirnar. Í teimum hevur 23-ára gamli toftamaðurin spælt fulla tíð - her á Ullevaal í Oslo í november (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Andrias Edmundsson hevur staðið sterkur í myndini seinastu fimm A-landsdystirnar. Í teimum hevur 23-ára gamli toftamaðurin spælt fulla tíð - her á Ullevaal í Oslo í november (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-26 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Andrias Edmundsson hevur hetta kappingarárið spælt við Chojniczanka í triðbestu deildini í Póllandi. Talan er um yrkisfóbótbólt, eitt felag sum satsar nakað, og toftamaðurin hevur spælt fast í miðverjuni.

Hetta er umráðandi fyri Andrias, ið frammanundan var í fjórðbestu sponsku deildini, har skaðar darvaðu menningini nakað.

23-ára gamli miðverjin hevur nú fingið sítt gjøgnumbrot á A-landsliðnum. Andrias Edmundsson hevur spælt fulla tíð fimm teir seinastu landsdystirnar, har høgi ljóshærdi maðurin hevur staðið sterkur í myndini. Føroyar hava samanlagt latið fimm mál inn í hesum dystunum - fýra á útivølli og ein á uttanveltaðum vølli.

[object Object]
Andrias Edmundsson (nr.14) á Brøndby Stadion har miðverjin spældi væl og helst var besti føroyingur á vøllinum (Mynd: EPA)

Les eisini: Andrias: - Fái nú víst hvat eg kann (Samrøða eftir dystin móti Danmark fyri tveimum mánaðum síðani)

Andrias hevur veruliga fingið seg royndan móti kekkum, norðmonnum, albanum og dønum. Skjótt skal hann spæla Baltic Cup fyri Føroyar - í løtuni spælir toftamaðurin um uppflyting í Póllandi.

Chojniczanka vann 3-1 í gjár og endaði á 5. plássinum. Hetta gevur play-off pláss. Liðið skal hóskvøldið (30.05) spæla hálvfinalu á útivølli móti S. Wola. Liðini fingu eins nógv stig í grundspælinum, og tí er lagt upp til spennandi dyst.

Vinnarin har skal spæla play-off finalu móti Kalisz ella Polonia næsta vikuskifti. Hesi bæði liðini fingu ávíkavist eitt stig fleiri og eitt stig færri enn Chojniczanka og Wola. Liðið, sum vinnur báðar dystirnar næstu vikuna, flytir upp í næstbestu pólsku deildini.

Andrias Edmundsson hevur sáttmála hetta kappingarárið út. Spurningurin er, um framhaldandi samstarv er tengt at, hvørt tað eydnast at flyta upp ella ikki. Føroyingurin hevur so verið fastur fúsur á liðnum, sum millum annað Valerijs Sabala eisini spælir við. Lettiski áleyparin var í KÍ í 2022 og í B36 í 2023. Sabala hevur skorað fimm mál seinastu átta dystirnar hjá Chojniczanka.

[object Object]
Valerijs Sabala skorar her eitt av sínum ellivu málum fyri B36. Hetta í dysti móti barndómsfelagnum hjá Andriasi Edmundsson - nú royna Andrias og Sabala at vinna sær pláss í næstbestu pólsku deildini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder