Hon var partur av krútsterka danska kvinnulandsliðnum í 90'árunum. Hon gjørdi um seg við sínum harða skotið og sínum nógvu og kreativu snildum við bóltinum. Hennara persónligheit við tí stóra sinnalagnum var umstrítt - bæði tá hon var leikari og venjari. Hon vann alt, sum hon kundi vinna við Danmark - í dag fyllir Anja Andersen 50 ár.
Hon var fødd í Odense, men umboðaði tíðliga í sínari yrkisleið trý feløg í Jútlandi. Bakspælarin umboðaði í tveimum førum norska Bækkelaget og spældi við Walle Bremen í Týsklandi. Hon er tó mest kend fyri tíðina á landsliðnum, har Anja Andersen yvir tíggju ár spældi 133 dystir og skoraði 725 mál. Hon var við at fáa danskan kvinnuhondbólt uppá tindin: Danmark vann EM í 1994 og 1996, OL í 1996 og HM í 1997.
Anja Andersen bertgók við sínum evnum og varð vald til heimsins besta leikara í 1997 sum tann fyrsti danin nakrantíð. Hon noyddist tíverri at gevast sum bert 30 ára gomul, orsakað av einum feili í hjartanum. Men stórleikarin fór beinanvegin undir venjarayrki. Hon var níggu ár í Slagelse, har liðið vann DM í 2003, 2005 og 2007. Slagelse vann eisini Champions League tríggar ferðir: Í 2004, 2005 og 2007.
Hondbóltur
Anja Andersen fyllir 50 ár
Ein av bestu kvinnuligu hondbóltsleikarunum nakrantíð er nú hálvthundrað. Hon gjørdi veruliga um seg í 90'árunum.
Anja Andersen - her saman við landsliðsvenjara sínum Ulrik Wilbek (Mynd: Jyllands-Posten)
2019-02-15 20:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald