Fótbóltur

Anna Brændstrup roynir seg í portugisiskum fótbólti

20-ára gamli føroyski landsliðsspælarin hevur nú sáttmála við Gil Vicente í næstbestu deildini í Portugal. Kappingin byrjar seinni í september.

Anna Carolina Brændstrup tá hon varð avdúkað í portugisika felagnum. Har skal hon spæla við 10-talinum á rygginum og royna at vera við til at fáa Gil Vicente upp í fremstu deildina (Mynd: Gil Vicente)

Anna Carolina Brændstrup tá hon varð avdúkað í portugisika felagnum. Har skal hon spæla við 10-talinum á rygginum og royna at vera við til at fáa Gil Vicente upp í fremstu deildina (Mynd: Gil Vicente)

2025-09-04 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon hevur ongantíð spælt í føroyskum fótbólti, men hevur - sambært FaroeSoccer og FSF - spælt 9 U19-landsdystir og 7 A-landsdystir seinastu árini.

Anna Carolina Brændstrup er fødd og uppvaksin í Danmark. Í ungdómsárunum hevur hon spælt fótbólt í stórum feløgum sum Brøndby og FC Nordsjælland og síðani fýra tey seinastu árini í HB Køge.

HB Køge satsar nógv uppá kvinnufótbólt og er í fremstu donsku deildini. Anna Brændstrup spældi fýra dystir har, eftir at hon kom fast upp í bestaliðshópin.

[object Object]
Anna Brændstrup í landskappingardysti fyri HB Køge (Mynd: HB Køge)

Til Portugal at royna fótbóltseydnuna

Pápin er dani, meðan mamman, May-britt, er úr Klaksvík. Abbi Annu Brændstrup, Bent Erik Nielsen, kom í 1973 til Føroyar og spældi nakrar dystir fyri KÍ.

Anna hevur altíð búð í Danmark, men nú er hon farin at royna nakað annað - longuri suðri.

Í summar gjørdi Anna Carolina Brændstrup sáttmála við portugisiska felagið Gil Vicente.

Portugiskur kvinnufótbóltur verður mettur at vera á nakað væl hægri stigi enn tann danski, tá tað snýr seg um deildina í landinum. Á UEFA-styrkislistanum, sum er bygdur á úrslit seinastu fimm árini í evropeiskum kappingum, liggur Portugal á 6.plássi, meðan Danmark liggur á 27. plássi.

Gil Vicente er tó í næstbestu deildini, men talan er um eitt felag, sum hevur ætlanir um at flyta upp, og har umstøðurnar eru góðar.

[object Object]
Anna Brændstrup í sambandi við at hon varð kunngjørt í Barcelos (Mynd: Gil Vicente F.C)

Anna Brændstrup hevur fingið 10-talið í Gil Vicente og skal royna at gera bart frá byrjan í Braga-økinum.

Higartil hevur liðið spælt venjingardystir - kappingin í næstbestu portugisiski deildini byrjar seinni í september; um tvær vikur.

Anna er miðvallari, sum bæði kann stríðast, skapa og skora mál. Millum annað skoraði hon fýra mál í tíðindi fyri U19-landsliðið. Higartil á A-landsliðnum hevur mest verið talan um innhopp, síðani fyrstu dystirnar har í juli 2024.

[object Object]
Anna Brændstrup við 10-talinum í landsdysti í U19-landsdysti móti Írlandi

[object Object]Til A-landsliðsvenjin á Tòrsvølli. Hon spældi sínar A-landsdystir sum 18-ára gomul (Mynd: FSF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder