Eftir innleiðandi Europa League-dystirnar seinastu tvær vikurnar er tað nú Champions League, ið er á skránni. B36 og KÍ eru í ávíkavist Belfast og Vilnius í løtuni og fyrireika seg til uppgávurnar í Europa League hóskvøldið, men í dag er tað HB, ið spælir í Helsinki í fyrsta umfari av heimsins størstu kapping fyri lið.
Í fjør spældi Víkingur í finska høvuðsstaðnum. Liðið við bestu føroysku úrslitunum í Evropa seinastu árini og flest stig í miðal hevði ikki eitt gott 2018, og hóast Vìkingur spældi ein góðan 2. hálvleik á Svangaskarði í fyrra dystinum, so hevði HJK eitt sera gott útgangsstøði orsakað av 2-1 sigrinum. Eftir 20 minuttir á Telia 5G-areena í Helsinki var tað longu 3-0 til heimaliðið, men eitt skjótt mál frá Gunnar Vatnhamar, ið eisini skoraði í fyrra dystinum, og ein brotssparksbjarging frá Eliasi Rassmusen í 2. hálvleiki vóru við at forða fyri einum skrædli.
(HB hevur í kvøld eina stóra uppgávu fyri framman - Mynd: Sverri Egholm)
HB er væl sterkari í løtuni, enn Vìkingur var í fjør. Tað verður tó ein stór uppgáva ímóti liðnum við 29 finskum meistaraheitum. Í fjør tapti HJK fyri BATE Borisov í umfarinum eftir samanlagda 5-2 sigurin á Víkingi, men summi ár hevur liðið úr finska høvuðsstaðnum staðið seg heilt væl í Evropa. Í 2014 var HJK í bólkaspælinum í Europa League, og vann heimadystirnar á FCK og Torino og endaði nummar trý í bólkinum. Í 1998 skrivaði felagið søgu við at koma í bólkaspæli í Champions League sum tað fyrsta í Finnlandi nakrantíð.
Bæði EB/Streymur og ÍF hava leikt tættar dystir ímóti MyPa úr Finnlandi í Europa League, og í 2013 spældi Vìkingur seg víðari í somu kapping ímóti Inter Turku, eftir 1-0 sigur á útivølli. HB tykist at vera sera væl fyri í løtuni, men er greitt undirtippað í Helsinki í kvøld. Heimasigur gevur odds á áleið 1,15 hjá flestu veddingarfyritøkunum, javnleikur liggur ímillum 6,50 og 7,50, og hjá teimum flestu gevur ein sigur til mennirnar hjá Hemir Guðjónsson pengarnar yvir 15 ferðir aftur.
Les eisini: Nú skal HB royna seg í Champions League
HB siktar eftir at fáa eitt gott útgangsstøði við sær til dystin í Gundadali um eina viku. Um hetta skal til, skal nógv eydnast væl hjá føroyameistarunum í kvøld, men teir í HB eru helst svangir, nú liðið skal spæla sín fyrsta evropeiska dyst í trý ár. René Shaki Joensen er aftur í barndómsfelagnum, og landsliðsleikarin er avgjørt ein styrkur, helst til slíkar dystir sum tann í Helsinki í kvøld.
UEFA Champions League - 1. umfar, fyrri dysturin
Helsinki, 09.07, kl.17.00 (FO tíð)
HJK Helsinki - HB
Til ber at fylgja við gongdini í dystinum á forsíðu okkara
Fótbóltur
Annað árið á rað HJK Helsinki avbjóðingin
Í fjør slóu finsku meistararnir Víking út av Champions League - HB skal í eldin í Helsinki í kvøld.
Sølvi Vatnhamar og Vìkingur dystaðust í fjør ímóti HJK Helsinki í Champions League - Mynd: Sverri Egholm
2019-07-09 13:44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald