Annað

Annika Joensen vann gull í einmansleiki í darti

Hon er fyrsti spælarin, sum hevur vunnið gull í einmansleiki fyri kvinnur í darti á Føroyaleikunum.

2021-07-11 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Annika Joensen er fyrsti spælarin, ið hevur vunnið gull í einmansleiki fyri kvinnur í darti á Føroyaleikunum.

Annika vísti gjøgnum alla kappingina í Vági, at hon var hin neyvasta við pílunum. Í hálvfinaluni vann hon tryggan 4-1 sigur á Terju Ósá.

Í finaluni skuldi Annika møta Gunnbjørg Dam, ið hevði tryggjað sær finaluplássið við einum 4-2 sigri í serstakari hálvfinalu. Mótstøðukvinnan hjá Gunnbjørg Dam í hálvfinaluni var dóttur hennara, Joan Edvør Jacobsen.

Annika Joensen spældi eina sera góða finalu, og hon vann eisini greiðan 4-0 sigur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder