placeholder
Fótbóltur

Ansy eisini til NSÍ

Kvinnurnar hjá NSÍ styrkja seg við enn einum profili.

Ansy Sevdal Jacobsen her í landsdysti á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Ansy Sevdal Jacobsen her í landsdysti á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-12 19:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ansy Sevdal Jacobsen hevur eisini valt at koma heim til Løkin at spæla fótbólt, har hon byrjaði sítt fótbóltsævintýr.

- Ansy er ein stórur profilur í føroyskum fótbólti og hevur hon spæl 228 dystir í bestu deildini (írokna steypakapping og Womens Champions League),, og hevur hesar dystirnar skorað 73 mál. Ansy hevur eisini spælt 56 landsdystir fyri Føroyar, har hon eisini hevur skora fleiri mál.

- Nú er Ansy komn heim til NSÍ, og fer nú at stríðast fyri felagið har alt byrjaði. Vit eru sera glað fyri at síggja Ansy aftur í gulu blusuni, skrivar NSÍ á heimasíðumi.

Herfyri var eisini kunngjørt, at systurin, Heidi Sevdal, eisini fer at spæla í gulum komandi ár.

Sostatt er endurstovnaða kvinnuliðið hjá NSÍ í bestu kvinnudeildini styrkt við tveimum profilum afturat. Frammanundan hevur NSÍ tryggjað sær landsliðsleikaran Biritu Bergsdóttir Nielsen.

13 ár eru liðin, síðani NSÍ seinast var umboðað í fremstu kvinnudeildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder