Fótbóltur

Ansy S. Jakobsen: Lykilin verður at halda høvdið kalt

Liðskiparin hjá EBS/Skála nevnir nøkur ting, ið hon og liðfelagirnir skulu fáa útført á Tórsvølli leygardagin.

Ansy S. Jakobsen og Birna T. Mikkelsen eftir málið hjá Ansy í finaluni í fjør, har EBS/Skála basti HB (Mynd: Sverri Egholm)

Ansy S. Jakobsen og Birna T. Mikkelsen eftir málið hjá Ansy í finaluni í fjør, har EBS/Skála basti HB (Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-23 15:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið skal EBS/Skála royna at verja heitið sum steypavinnari á Tórsvølli. Eins og í fjør er HB mótstøðuliðið. Hesi liðini dystast eisini um meistaraheitið saman við KÍ.

EBS/Skála vann týdningarmikla oddadystin, tá HB vitjaði á Skála sunnudagin. Sambært liðformanninum hjá EBS/Skála, Ansy S. Jakobsen, so gevur tað nakað, men hetta verður ein nýggj torfør uppgáva hjá greipuvinnaranum:

- Tað at vit vinna sunnudagin gevur blóð uppá tonnina, men vit vita, at skulu vit vinna finaluna, so noyðast vit at geva alt, ið vit hava.

Umframt sigurin sunnudagin vann EBS/Skála á HB í steypafinaluni í fjør. Ansy vil tó ikki siga, at hetta gevur nakran fyrimun til EBS/Skála, men at talan verður um ein tættan dyst móti einum sterkum liðið:

- Eg síggi dystin sum ein javnan dyst, har bæði liðini koma at gera um seg. HB-kvinnurnar hava víst seg at verða knáar, og vóru tær millum annað spáddar at vinna deildina undan kappingarbyrjan. HB hevur leikarar, sum kunnu bíta frá sær, og teir mugu vit verða til reiðar uppá. Vit fara sjálvandi inn at gera okkara besta, arbeiða hart, og so vóna og ætla vit, at tað ber á mál.

Ansy S. Jakobsen er ein lyklapælari á miðvøllinum hjá EBS/Skála. Hon setur orð á nøkur lyklating, ið EBS/Skála skal gera leygarkvøldið á Tórsvølli:  

- Lykilin verður at halda høvdið kalt, og so skulu vit koyra á. Vit noyðast at fáa okkara spæl at koyra, at trúgva uppá okkum sjálvar; okkara eginleikar sum lið og sum einstaklingar. Vit noyðast at tora, og vísa stríðsvilja á vøllinum, og ikki smæðast burtur. Vit ivast ikki eina løtu í, at HB kemur við øllum sum tær hava fyri at vinna dystin. Vit meta, at vit eru klárar, og vita samstundis at hetta ikki verður ein lættur dystur, So instaturin má ikki liggja eftir við hús

Sum føroyameistari hevur EBS/Skála fyri stuttum verið í Evropa og umboða føroyskan kvinnufótbólt. EBS/Skála hevði tað trupult, men hetta var fyrstu ferð, at felagið luttók í evropeiskum fótbólti, og Ansy S. Jakobsen vísir á, at liðið kann læra nakað av hesum túrinum:

- Tá man fer ein tílíkan túr, møtir tú liðum ið eru nógv sterkari enn vit, og tað haldi eg, at vit merktu. Eg vildi ikki sagt, at tað er ein fyrimunur í mun til hendan dystin, men man kann taka tað sum man hevur uppliva við sær. Man ognar sær nakrar royndir, sum man kann brúka til komandi dystir.

Liðskiparin sigur til seinast, at liðið hevur vant sum vanligt upp til dystin, men tað, at liðið skal spæla steypafinalu, hevur verið at merkt nógv í venjinginum, við tað stemingurin er góður, og genturnar glaða seg til leygardagin.

Finalan millum EBS/Skála og HB byrjar klokkan 16.15 leygardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder