Fótbóltur

Antoine Griezmann gevst í Atletico Madrid

Nógv bendir á at franski áleyparin skiftir til Barcelona.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-05-15 13:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Franski stjørnuáleyparin hjá Atletico Madrid, Antoine Griezmann, hevur boðað felagnum frá, at hann gevst í felagnum í summar.

Atletico legði í gjár tíðindaskriv út, har boðað varð frá at Girezmann hevði sagt, at hann ikki ynskir at halda fram í felagnum, sum hann hevur umboða í fimm ár.

Áleyparin takkaði fjepparunum fyri tíðina í felagnum, men segði, at hetta er nakað, sum hann kennir á sær at hann má gera. Griezmann skeyt 133 mál í 256 dystum fyri Aletico Madrid.

Væntað verður at Griezmann fer at skifta til spanska stórfelagið Barcelona. Tó eru nøkur sum meta, at franski landsliðsáleyparin skiftir til enska felagið Manchester United.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder