Føroyameistararnir í badminton skulu finnast í morgin leygardagin, har finalurnar í KONTRAST FM blíva leiktar í Høllini á Hálsi í Havn. Hósdagin blivu innleiðandi umførini í einmansleiki spæld, har føroyameistararnir frá í fjør aftur vunnu sær sæti í finalunum. Í 2022 vóru tað Árant á Mýruni úr MBF og Miriam í Grótinum úr HBF, sum gjørdust føroyameistarar í einmansleiki í badminton hjá teimum vaksnu.
Hjá vaksnu kvinnunum vann Miriam í Grótinum úr Havnar Badmintonfelag hóskvøldið hálvfinaluna á Lenu Mariu Joensen úr Klaksvíkar Badmintonfelag. Í finaluni leygardagin møtir føroyameistarin frá í fjør Miu Thorkildshøj, HBF, sum fyri fyrstu ferð vann sær tað eina finaluplássið í einmansleiki við at vinna á Bjarnhild í Buð Justinussen í eini spennandi hálvfinalu í trimum settum.
Árant á Mýruni úr MBF vann eina tætta og spennandi hálvfinalu ímóti Magnus Dal-Christiansen úr HBF. Føroyameistarin hjá monnum frá í fjør skal í ár aftur spæla finalu ímóti Jónas Djurhuus, HBF. Jónas endurvann sær sæti í finaluni leygardagin við at vinna hálvfinaluna í tveimum settum ímóti Ára Isfeldt úr HBF, sum á fyrsta sinni luttók í eini hálvfinalu til FM.
Seinnapartin í dag verða innleiðandi umførini í tvímansleiki hjá kvinnum og monnum umframt í blandaðum tvímansleiki. Dystirnir verða leiktir í Badmintonhøllini í Havn frá klokkan 15:30, har tað er ókeypis atgongd fyri áskoðarar.
Finalurnar leygardagin í Høllini í Hálsi byrjað klokkan 10, har Badmintonsamband Føroya saman við Judosambandinum og Borðtennissambandinum skipar fyri KONTRAST FM. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá finalunum seinnapartin, meðan BSF fer at stroyma finalurnar fyrrapartin á Facebook vanga sínum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald