Fótbóltur

Argentina setti Italia uppá pláss í Finalissima

Lautaro Martinez, Angel Di Maria, og Paulo Dybala skoraðu málini á Wembley, tá meistararnir úr Suðuramerika og Evropa hittust í gjárkvøldið. Við úrslitinum setti argentinar sítt egna met fyri tal av dystum á rað uttan ósigur - 32.

Lionel Messi varð kosin dagsins leikari - hann legði upp til tvey av málunum

Lionel Messi varð kosin dagsins leikari - hann legði upp til tvey av málunum

2022-06-02 17:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðst "Finalissima” var vann Argentina eisini. Tað var í 1993, og tað var eftir bortssparkskapping móti táverandi evropameistarunum, Danmark. Mitt í áttatiárinum vunnu evropearar - Frakland basti Uruguay - men í gjárkvøldið vóru tað aftur suðuramerikanarar, og argentinar, ið vóru omaná, og tað í stórum stíli.

Finalan millum evropameistararnar og meistararnar úr suðuramerika varð leikt á Wembley. Lautaro Martinez og Angel Di Maria skoraðu málini í fyrra hálvleiki - Messi legði upp til tað fyrra og Martinez til tað seinna. Í seinna hálvleiki kom ongantíð veruligur spenningur í, og í tíðini dómarin hevði lagt afturat, skoraði Paulo Dybala, ið skal finna nýtt felag í summar, til 3-0. Aftur legði Messi upp, og PSG-leikarin var vælupplagdur í gjárkvøldið og var kostin dagsins leikari.

Síðani Argentina og Italia og lyftu stór steyp síðsta summar, hava pílarnir peikað hvør sín veg. Við úrslitinum setti argentinar sítt egna met fyri tal av dystum á rað uttan ósigur - 32. Einaferð áður var Argentina á 33 dystum á rað, men tá vóru tveir óalmennir dystir við. Harvið sær liðið hjá Lionel Scaloni út til at vera heilt væl fyri til HM-endaspælið í vetur.

Italia verður ikki við tá. Fyri aðru undankappingina á rað vóru italiumenn ov stuttir í play-offdystum, og talan var um ein uppaftur størri skelk enn móti svium í 2017: Liðið hjá Roberto Mancini tapti fyri Norðurmakedonia í mars, og greiði ósigurin í gjár var harvið enn ein niðurtúrur hjá liðnum, sum fyri gott ellivu mánaðum síðani hevði eina heilt stóra løtu á júst Wembley.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder