Sao Paulo, Brasil. 9. juli 2014. Einki mál kemur í vanligu leiktíðini í HM-hálvfinaluni millum Niðurlond og Argentina. Heldur einki mál kemur í longdu leiktíðini, og so er neyðugt við brotsspørkum. Har byrja Niðurlond og tvey av fýra verða misnýtt, meðan Argentina bara skorar. Harvið endar tað 4-2, og Argentina fór í finaluna. Louis van Gaal og hansara lið fara úr Brasil við bronsuheiðursmerkjum.
Tað eydnaðist ikki Messi og hinum at lyta HM-steypið tá, men nú átta ár seinni er møguleikin har. Hesaferð varð hálvfinaluplássið tryggjað við 4-3 sigri í brotssparkskapping.
Í fjórðingsfinaluni í gjárkvøldið høvdu bæði liðini tó skorað tvey mál hvør áðrenn brotssparkskappingina. Høgri vongbakkurin úr Atletico Madrid legði út tíggju minuttir fyri hálvleik, tá hann rann afturum ryggin á Virgil Van Dijk, tók perfektu alveringina hjá Messi væl við sær og prikaði bóltin í málið. Lionel Messi skoraði sjálvur til 2-0. Hetta var í 73. minutti við ógvuliga tryggum brotssparki.
Niðurlond høvdu einki skot ella eiheldur nakran stútara sum rakti argentinska málið fyrstu 82 minuttirnar. Men í 78. minutti kom Wout Weghorst á vøllin. Nakrar minuttir seinni stútaði høgi áleyparin eitt innlegg frá Steven Berghuis, ið eisini var innskiftur, í málið, og so kom órógv á Argentina. Tað var tó ikki fyrrenn í tíggjunda minutti í yvirtíðini, at Niðurlond við sera snildari og einfaldari frísparkssamanseting. Aftur var tað Weghorst, ið sló til, og so var alt broytt.
Á ótrúligan hátta hava Weghorst og Niðurlond vent dystinum (Mynd: EPA)
Lív var í dystinum, nøkur rok vóru, og ein ørgrynna av kortum vórðu víst, og tað sást, at heilt nógv var uppá spæl. Í seinna hálvleiki av longdu leiktíð var Argentina greitt omaná og var tríggjar ferðir heilt nær við at skora, men tað var ikki fyrrenn í brotssparkskappingini, at teir í appelsinlittu fingu banahøggi.
Van Dijk og Berghuis vóru tveir teir fyrstu skjúttarnir hjá Niðurlondum, men í báðum førum las Emiliano Martinez teir væl og bjargaði. So var stór niðanbrekka, og hóast Enzo Fernandez skeyt framvið, tá hann kundi avgera tað, so fór Argentina víðari til hálvfinaluna. Innskifti Lautaro Martinez var ísakaldur, eins og millum annað Messi var áðrenn, og so brast fagnaðurin á hjá teimum í argentinsku leguni og teimum mongu argentinsku fjepparunum. Messi fór yvir til Martinez, nakað av roki var, Dumfries fekk reytt kort, og tað var endaliga greitt, at tíðin hjá Louis van Gaal sum fótbóltsvenjari er av. 71-ára gamla legendan gevst nú.
Inter-áleyparin hevur á tryggjan hátt avgjørt alt...
Messi og Martinez eru rørdir...
Og van Gaal er liðugur - niðurlendingurin var annars so nær við at aftur leiða land sítt til eina hálvfinalu (Myndir: EPA)
Landsliðstíðin hjá 35-ára gamla Lionel Messi er ikki av enn. Týskvøldið spæla Argentina og Kroatia hálvfinalu.
HM-fjórðingsfinalur
Í gjár, fríggjadagin 09.12:
Niðurlond - Argentina 5-6 eftir brotssparkskapping (2-2 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)
Kroatia - Brasil 5-3 eftir brotssparkskapping (0-0 eftir vanliga leiktíð, 1-1 eftir longda leiktíð)
Les meira: Kroatia basti Brasil í brotssparkskapping
Í dag, Leygardagin 10.12:
15.00: Marokko - Portugal
19.00: Ongland - Frakland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald