Fótbóltur

Kroatia basti Brasil í brotssparkskapping

Størsti favoritturin er úti av HM. Neymar legði Brasil á odda í 105. minutti í longdu leiktíðini, men kroatar megnaðu at javna í 117. minutti. Eins og í HM 2018, hevur Kroatia vunnið í brotssparkskapping í bæði áttandapartsfinaluni og fjórðingsfinaluni.

Kroatar hava aftur gjørt tað (Mynd: EPA)

Kroatar hava aftur gjørt tað (Mynd: EPA)

2022-12-09 19:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fýra árum síðani eydnaðist at basa Danmark í áttandapartsfinaluni og russisku vertunum í fjórðingsfinalunum. Í hálvfinaluni vunnu kroatar við máli í longdari leiktíð móti Onglandi.

Um Kroatia eisini hesuferð kemur í HM-finaluna vita vit ikki fyrrenn týskvøldið, men leiðin til hálvfinaluna hesuferð hevur í stóran mun verið tann sama sum seinast. Í áttandapartsfinaluni vann liðið hjá Zlakto Dalic eftir brotssparkskapping móti Japan, og í dag feldu kroatar Brasil.

Favorittarnir í Suðuramerika skapti ikki so nógv móti vælskipaða kroatiska liðnum, hóast teir royndu at seta ferðina upp í seinna hálvleiki. Tá hevði Brasil tó onkran stóran málmøguleika, men tað var ikki fyrrenn í yvirtíðini av fyrra hálvleiki í longdu leiktíðini, at hol kom á. Tað var Neymar, ið hevði seinasta fótin á eftir vælsspælt álop.

[object Object]
Seinni var ringt lag á Neymar og liðfeløgunum (Mynd: EPA)

Brasilianskt hálvfinalupláss lá nú í luftuni, men í 117. minutti bjargaði innskifti Bruno Petkovic Kroatia. 1-1, og í brotssparkskapping eru kroatar vanliga stinnir. Einki undantak var hesuferð. Kroatia hevði fyrsta skotið, og fýra vóru neyðug fyri at vinna sær víðarni luttøku. Málverjuhetjan frá áttandapartsfinaluni, Dominik Livakovic, bjargaði fyrstu brasilisku royndini og nummar fýra, ið Marquinhos skeyt, endaði á stongini.

Eitt ógvusligt vónbrot hjá Brasil, ið framvegis ikki hevur vunnið ein knock-out dyst móti evropeiskari mótstøðu síðani HM í 2002, tá landið seinast gjørdist heimsmeistari. Fyri eitt lutfalsliga lítið land sum Kroatia er tað risastórt at vinna móti so stórar (fótbólts)tjóð sum Brasil og at fyri aðru ferð á rað koma í eina HM-hálvfinalu. Í hálvfinaluni skak Kroatia spæla móti vinnaranum í kvøld (Argentina - Niðurlond)

HM-fjórðingsfinalur 

Í dag, fríggjadagin 09.12:

Kroatia - Brasil 5-3 eftir brotssparkskapping
(0-0 eftir vanliga leiktíð, 1-1 eftir longda leiktíð)

19.00: Niðurlond - Argentina  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder