Fótbóltur

Argjamaður nýggjur fysiskur venjari hjá KÍ

Talan er um 42 ára gamla Ragnar Poulsen, sum hevur útbúgving innan ítrótt og lívvirkisfrøði. Hann er nú farin í fulltíðarstarv í Klaksvík.

Seinastu tvey árini hevur Ragnar Poulsen verið fysiskur venjari á Argjum. Fyri tíð síðani kom hann í samband við Haakon Lunov og KÍ, umvegis umboðsmannin Anfinn Gaard, og sum eitt slag av royndartíð var hann við á venjingarleguni hjá føroyameistarunum í Portugal (Mynd: Norðlýsið)

Seinastu tvey árini hevur Ragnar Poulsen verið fysiskur venjari á Argjum. Fyri tíð síðani kom hann í samband við Haakon Lunov og KÍ, umvegis umboðsmannin Anfinn Gaard, og sum eitt slag av royndartíð var hann við á venjingarleguni hjá føroyameistarunum í Portugal (Mynd: Norðlýsið)

2024-02-15 14:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir kappingarenda skifti Elisabeth Vang til Fredrikstad, og harvið skuldi KÍ finna ein nýggjan fysisikan venjara til 2024.

Hesin persónurin er nú settur. Norðlýsið avdúkaði í gjárkvøldið, at talan 42-ára gamli Ragnar Poulsen er settur.

Hann er argjamaður, men hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í B36. Ragnar hevur sjálvur spælt nakað í bestu í næstbestu deildini, men hann búði í tjúgu ár í Danmark. Har tók hann útbúgvingar innan ítrótt og lívvirkisfrøði (humanfysiologi), umframt at Ragnar eisini hevði venjarstørv.

Seinastu tvey árini hevur Ragnar Poulsen verið fysiskur venjari á Argjum. Fyri tíð síðani kom hann í samband við Haakon Lunov og KÍ, umvegins umboðsmannin Anfinn Gaard, og sum eitt slag av royndartíð var hann við á venjingarleguni hjá føroyameistarunum í Portugal.

Hetta eydnaðist væl, og Ragnar er komin væl inn í felagið, har hann kemur at starvast fulla tíð - nakað sum er ógvuliga umráðandi. Hetta vísir nýggi fysisiki venjarin í Klaksvík á í videobrotinum niðanfyri. Jákup Ósa tosaði við hann á Djúpumýru í gjárkvøldið

Video: Norðlýsið

Ragnar Poulsen er eldri beiggi Rógva Nónsgjógv Poulsen, sum nú er fysisikur venjari í 07 Vestur.

[object Object]Elisabeth Vang starvaðist í KÍ í tvey og eitt hálvt ár og var við til at flyta liðið á fysisika økinum - hon og Sjúrður Jacobsen, hjálparvenjari í fýra ár, eru ikki longur í toyminum í Klaksvík (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder