
25-ára gamli Ari Ó.Ellingsgaard skifti undan kappingarárinum frá niðurflutta barndómsfelagnum, ÍF. Álopskendi leikarin fór at royna seg í EB/Streymi.
Nú vendir Ari heimaftur eftir 14 dystir og tvey mál í EB/Streyma-troyggjuni. Heimasíðan hjá ÍF boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt eina avtalu við Ari, ið er galdandi fyri restina av kappingarárinum.
Ari hevur millum annað spælt átta U21-landsdystir fyri Føroyar, og nú skal hann hjápa ÍF í royndini at lyfta seg uppaftur í bestu deildina. Í løtuni liggur ÍF nummar tvey í 1.deild við 33 stigum.
Fyrr í dag varð greitt, at EB/Streymur fær nýggjan álopskendan leikara í hópin. Talan er 19-ára gamla Aksel Bjartalíð Danielsen, ið er leiðagur úr KÍ
Les meira. EB/Streymur leigar úr KÍ
(Kelda. Faroe Soccer og if.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald