Í gjárkvøldið skrivaði The Herald, at Kilmarnock, sum spælir í skotsku Premier League, ætlar at fáa fatur á einum føroyskum høgra bakki fyri at avloysa landsliðsleikaran Stephen O'Donnell.
Talan er um 21-ára gamla Ari Olsen, ið kom til Víking frá barndómsfelagnum Skála í vetur. Strandingurin var í fjør til royndarvenjing hjá næstbesta liðnum hjá Wolverhampton, og The Herald skrivar, at leikarin við sínum álopskendu dygdum hóskar væl til Kilmarnock, men at eisini Hamilton and St Mirren hava hugt eftir verjuleikaranum.
Ari hevur víst seg fram á U21-landsliðnum, og at áhugin fyri føroyskum fótbólti er vaksandi, og at møguleikin hjá útlendskum feløgum at finna føroyskar leikarar er vorðin størri við árunum, er eingin loyna. Høgri bakkurin hevur tó ikki hoyrt nakað frá nøkrum skotskum felagið:
- Eingin harfrá hevur sett seg í samband við meg ella mín umboðsmann, so eg veit ikki hvussu nógv er í hasari søguni, sigur Ari Olsen í viðmerking við Portalin fyrrapartin.
Ari Olsen avgjørdi dystin móti NSÍ við einum frálíkum máli (Mynd: Sverri Egholm)
Í Víkingi kenna tey heldur einki til, at eitt nú Kilmarnock roynir at fáa fatur á teirra høgra bakki. Brandur Jacobsen sigur við Portalin, at tey vóru bilsin av tíðindunum, at einki skotskt felag hevur sett seg í samband við Víking.
Ari Olsen hevur spælt allar minuttirnar í teimum seks dystunum í Betrideildini í ár. Nummar 22 hjá Víkingi skoraði eitt dreymamál, tá Víkingur vann 1-0 á NSÍ í 3. umfari. Eftir dystin segði liðformaðurin Atli Gregersen soleiðis um Ara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald