Fótbóltur

Ari Olsen kann gerast liðfelagi við Emil Grønn Pedersen í Danmark

27-ára gamli høgri bakkurin er sum skilst á veg til Vendsyssel, har hann hevur royndarvant í seinastuni.

Skjóti strandingurin hevur spælt við Víkingi seinastu seks árini (Mynd: Sverri Egholm)

Skjóti strandingurin hevur spælt við Víkingi seinastu seks árini (Mynd: Sverri Egholm)

2026-01-25 19:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur spælt við Víkingi síðani 2020, har skjóti strandingurin so at siga allan vegin hevur verið fyrsta val á høgra bakki.

Ari Olsen var við at vinna FM í 2024 og steypafinaluna í 2022, men nú 27-ára gamli vongverjin kann skjótt verða fortíð í Sarpugerði.

Í vetur hevur hann royndarvant í nøkrum donskum feløgum; millum annað við Kolding í næstbestu deildini har Meinhard Egilsson Olsen spælir. Men bakkurin kann enda í gomlum felagi hjá Meinhardi í norðara parti av Danmark, har millum annað Hallur Hansson eisini hevur spælt.

Seinastu tíðina hevur Ari Olsen vant við Vendsyssel FF, og sum Portalurin skilir frá fleiri góðum keldum í dag, so bendir nógv á, at ein sáttmála fer at spyrjast burturúr.

[object Object]Emil Grønn Pedersen, her í dysti móti Brøndby, er nú Vendsyssel-spælari (Mynd: Sverri Egholm)

Tíðliga í vikuni gjørdi Emil Grønn Pedersen, sum í 2025 veruliga gjørdi vart við seg í HB, sáttmála við felagið í triðbestu donsku deildini.

Harvið verða Ari og Emil liðfelagar, um alt kemur uppá pláss. Vendsyssel er í løtuni á 6. plássi í 2. division - fimm stig frá uppflyting. Norðurjútska felagið satsar nógv í hesum døgum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder