Fótbóltur

Ari við uppleggi og máli í steypasigri - Árni spældi fyrsta kappingardystin

Vendyssel vann heili 4-0 í Hobro, har føroyingar - serliga innskifti Ari Olsen - spældi stóran leiklut. Til ber at síggja hæddarpunkt og flottu atgerðirnar hjá Ari her.

Ari Olsen gjørdi bart, eftir at hann kom á vøllin í Hobro (Mynd: Sverri Egholm)

Ari Olsen gjørdi bart, eftir at hann kom á vøllin í Hobro (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-06 14:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nakrar dagar eftir at Hobro hevði koppað Vendsyssel í næstbestu donsku deildini, hittust liðini í steypakappingini.

Vendsyssel var tá á heimavølli - í Hobro mikukvøldið var Vendsyssel greitt betri.

Føroyingafelagið vann 4-0, og føroyingar gjørdu eissini sítt: Ari Olsen og Árni Nóa Atlason, sum báðir komu úr Víkingi.

Serliga var Ari Olsen eyðsýndur. Hetta tí at høgri bakkurin bakkurin hevði tvey málstig.

Nummar 23 kom inn eftir 23 minuttir, tá skaði rakti høgra bakkin, sum fekk møguleikan frá byrjan. Tá var støðan 1-0 til Vedsyssel. Og stutt seinni skapti 28-ára gamli strandingurin ein góðan møguleika.

Í 34. minutti fór Ari Olsen snilt framvið tveimum og við góðari sending, fann føroyingurin Jeppe Sommer, sum økti til 2-0.

Í yvirtíðini í 1. hálvleiki var Ari sjálvur til reiðar, tá bólturin stakk leysur í brotsteignum: Hann var tryggur og skoraði til 3-0.

Hæddarpunktini, við góðu føroysku málstigunum, síggast her - Ari Olsen hevur nummar 23 hjá Vendsyssel, meðan Árni Atlason hevur nummar 30

Vendsyssel fekk eitt mál afturat í 2. hálvleiki, og í yvirtíðini bjargaði málverjin brotssparki, so at Ari Olsen og liðið eisini fingu eitt "cleen sheet". 

Árni Nóa Atlason var eisini partur av hesum. 20-ára gamli gøtumaðurin spældi 90 minuttir í sínum fyrsta kappingardysti fyri Vendsyssel, og stóð hann seg væl á sentrala miðvøllinum.

[object Object]
Árni Nóa Atlason er komin í gongd í donskum fótbólti (Mynd: Sverri Egholm)

Talan var um 1/64-finalurnar, so enn er langur vegur til finaluna hjá Vendsyssel. Talan var tó um góðan sigur; næsta uppgáva er Fredericia í landskappingini, sunnudagin 9. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder