2023-03-24 20:38
Í morgin, 25. mars verður árliga fimleikaframsýningin hjá Ljósinum í Skúlanum við Løgmannabreyt.
Fimleikaframsýningin er deild í tvey við ymiskum liðum til hvørja sýning. Fyrra sýning er klokkan 12, og seinna sýningin er klokkan 14.
Ljósið hevur ymiskan fimleik at vísa fram í ár, eitt nú breiddarlið, firvaldar, amboðslið, fyrireikandi amboðslið og estetisk kappingarlið.
Skipað verður fyri páskareggjatombola, kaffi- og køkusølu. Eisini verða fjepparalutir og endurprentaða ljósiðplakatin av træskurði eftir Zacharias Heinesen til sølu
,skrivar Ljósið í tíðindaskrivi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald