Annað

Árligu framsýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag

Tríggjar framsýningar verða leygardagin í høllini á Hálsi.

2024-04-08 22:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.

Av tí at talan er um so nógv lið, er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn trimum framsýningum, sum verða leygardagin 13. apríl í høllini á Hálsi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at íðkararnir verða býttir upp eftir aldri.

Leygardagin klokkan 10, eru tað børn undir skúlaaldur, sum sýna fram, klokkan 13.30 eru tað børn úr 1. til 4. flokk, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður klokkan 17, og tá eru tað ung úr 5. flokki og eldri, ið fara at royna seg. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder