Í EB/Streymi hendir eitt sindur í løtuni, og nú er eru tey sera glað fyri at kunngera, at felagið hevur sett Arnar Dam sum nýggjan høvuðsungdómsvenjara.
34-ára gamli kollfirðingurin var sum spælari við at vinna FM og steypakappingar og hevur havt nógvar leiklutir í barndómsfelagnum
- Arnar hevur í nógv ár verið knýttur at EB/Streymi í fleiri leiklutum. Arnar kom til EB/Streym sum leikari í 2008, og spældi nógv ár á fremsta mansliðnum. Tey seinni árini hevur Arnar verið í leiklutinum sum venjari, har hann bæði hevur vant yngri deildir og vaksin. Millum annað var hann hjálparvenjari á Betri liðnum frá 2020 til 2022. Komandi tvey árini verður tað so í leiklutinum sum høvuðsungdómsvenjari.
![]()
Hann hevur arbeitt við ungdómi í felagnum, og sær ljóst uppá tingini:
- Eg eri sera glaður fyri, at eg havi fingið møguleikan at gerast høvuðsungdómsvenjari hjá EB/Streymi og gleði meg at sleppa í gongd við at fyrireika, hvussu framtíðin hjá ungdóminum í EB/Streymi fer at síggja út. Tað eru nógvir góðir leikarar komnir úr ungdómsarbeiðnum hjá EB/Streymi og tað skal halda fram, staðfestir Arnar Dam.
- Vit í EB/Streymi eru sera fegin um, at hava sett Arnar sum høvuðsungdómsvenjara. Arnar er ein sera dugnaligur og nærlagdur venjari, umframt at hann hevur góðar menniskjaligar førleikar, sum gera at hann passar sera væl til starvið sigur Niels Pauli Danielsen, ítróttarstjóri.
Avtalan er galdandi fyri 2026, og tá fer Arnar Dam fer í holt við sítt 19. kappingarár í felagnum.
Les eisini:
KÍ er flutt niður í triðbestu deildina - EB/Streymur bjargaði sær
EB/Streymur hevur fingið nakrar týðandi undirskrftir uppá pláss
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald