EB/Streymur hevur skrivað undir við tvey sera kend nøvn í felagnum. Talan er um Arnbjørn Hansen og Niels Paula Danielsen, sum skulu hjálpa Sigfríði Clementsen á síðulinjuni hetta kappingarárið.
Hesum hevur EB/Streymur boðað frá Facebook-síðu sínari. Arnbjørn og Niels Pauli hava samanlagt spælt 595 dystir fyri EB/Streym. Fyrrnevndi er kollfirðingur við nøkrum árum av royndum sum venjari á baki, sum gjørdist ein ímynd sum vandamikli áleyparin í felagnum í nógv ár. Hin er klaksvíkingur, sum tó hevur umboðað júst EB/Streym sum hart arbeiðandi miðvallari flestu árini sum vaksnamannaspælari. Hann skal nú royna seg í nýggjum leikluti eisini.
- Niels Pauli Danielsen skal vera leikandi hjálparvenjari hjá EB/Streymi. 35 ára gamli Niels Pauli hevur leikt í felagnum í átta kappingarár, og fer hann nú í gongd við sítt níggjunda kappingarár í felagnum. Hann var millum annað ein týðandi partur av liðnum, sum vann føroyameistaraheitið í 2012. Eisini fer Niels Pauli í gongd við UEFA-B útbúgvingina í vár.
Niels Pauli Danielsen (nr.17) í dysti á Eiði í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
- Arnbjørn Hansen, sum júst hevur tikið UEFA-B prógv, fer nú undir sítt sætta kappingarár sum hjálparvenjari hjá EB/Streymi. Umframt hesi árini sum hjálparvenjari hevur Arnbjørn verið við til at vunnið tvey føroyameistaraheiti og fýra steypagull fyri felagið, skrivar EB/Streymur.
Harvið er venjaratoymi hjá EB/Streymi so at siga uppá pláss. Felagið hevur mist fleiri spælarar frá seinasta ári, men sum bolt.fo vísir á, so eru fleiri nýggir á veg inn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald