Annað

Arne Mikkelsen og Mathias Bruun fremstir í Tórshavnar Bridgefestivali

Tórshavnar Bridgefestival er í Dansifrøi hetta vikuskiftið – tá farið var til húsa í gjár, vóru Arne Mikkelsen og Matthias Bruun á odda.

Arne Mikkelsen og Mathias Bruun

Arne Mikkelsen og Mathias Bruun

2023-03-25 10:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið verður skipað fyri Tórshavnar Bridgefestival í Dansifrøi, har knappliga 120 bridgespælarar luttaka.

Átta umfør vóru í gjár, og tá farið var til húsa, vóru Arne Mikkelsen og Matthias Bruun á odda, beint í hølunum á teimum var trífaldi vinnarin av festivalinum, Bogi Simonsen saman við partamanni sínum Bjarna Hólmar Einarsson.

Tey átta umførini, sum vóru í gjár fevna um tveir kappingarpartar - sessionir - fyrra partin vunnu Arne Mikkelsen og Mathias Bruun og seinna partin vunnu Robert Langgaard og Hallberg Arnfríðsson.

Í morgun klokkan níggju varð byrjað aftur, og endað verður umleið klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder