Fótbóltur

Árni: - Merkist í býnum at Champions League er á skránni

Video: Fólk eru spent, staðfestir vongurin og vandamikla vápnið hjá KÍ. - Hava sett yvirleggjaran høgt og skulu nýta góðu avrikini í fjør sum motivatión.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-07-09 19:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg tori ikki at siga hvussu ofta, eg havi hugt eftir tí.

Soleiðis sigur Árni Frederiksberg flennandi. 7'airn hjá KÍ skoraði rimmar mál av egnari hálvu móti B36 og Magna Hoseth á nýggja graslíkinum í Klaksvík hóskvøldið.

Tað var undir Hoseth í fjør, at navnið "Frederiksberg" gjørdist heilt kent í Evropa. Væl inn í 2023/2024 var KÍ-spælarin úr Saltangará toppskjútti í Champions League.

Liðið var í Conference League-bólkaspælinum, og nú vil man hava meira, staðfestir Árni: - Yvirleggjarin er settur høgt hjá okkum, og vit hava víst, hvat ber til.

Undan dagsins venjing í Djúpumýru setti royndi vongurin við gylta vinstra fótinum eisini orð á serstakt Champions League-huglag og mótsstøðuna úr Luksemborg.

Champions League 1. umfar
KÍ - Differdange (10. juni 19:00)
í Djúpumýru

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder