Oddaliðið í bestu mansdeildini í fótbólti, KÍ, leingir við eyðsýnda áleyparan Árna Frederiksberg. Sáttmálin er longdur til og við 2024.
- Í Árna Frederiksberg hava vit næstu árini tryggja okkum ein nærlagdan og sera ágrýtnan leikara. Higartil í ár hevur hann serliga ofta verið við í teimum mongu málunum, sum viðleikararnir hava sett í kassan, skrivar KÍ á heimasíðuni.
Tað sær gott út hjá KÍ í ár. Umframt at liggja á odda í deildini við 62 stigum, heili 12 stig frammanfyri Víking á øðrum plássi, hava klaksvíingar bara latið seks mál inn hetta kappingarárið. Samstundis hevur KÍ skorað heili 81 mál higartil í ár, og hetta er met.
Árni Frederiksberg hevur sambært Faroesoccer spælt 22 dystir hetta kappingarárið og hevur skotið sjey mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald