Fótbóltur

Árni Frederiksberg: Hava kvalitetin til at vinna á øllum

Hann er follin væl til í árstalsfelagnum, men hevur HB sum favoritt til FM-heitið. 26-ára gamli álopskendi profilurin er nýggjur í B36.

Árni Frederiksberg, her til landsliðsvenjing, leggur dent á, at teir í B36 skulu taka ein dyst í senn
(Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg, her til landsliðsvenjing, leggur dent á, at teir í B36 skulu taka ein dyst í senn (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-28 10:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

10. mars fer Betrideildin hjá monnum í gongd. Stórur spenningur er undan kappingarárinum, og komandi dagarnar fara vit á Portalinum at hava upptaktir við umboðum frá øllum feløgunum.

Ígjøgnum kappingarárið í fjør vóru nógvar gitingar um Árna Frederiksberg. 26-ára gamli kantspælarin hjá NSÍ hevur verið ein profilur í føroyskum fótbólti í fleiri ár, og hevur bert umboða sítt barndómsfelag fram til nú. Men tað varð væntað, at Árni fór at royna okkurt nýtt í hesum kappingarárinum, og eftir kappingarenda gjørdi hann avtalu við B36:

- Eg flutti til Havnar í januar 2018, so tað, saman við at man hevði brúk fyri at prøva okkurt nýtt, gjørdi at eg fór at hyggja eftir øðrum feløgum. Valið fall á B36, og her eri eg follin sera væl til í B36. Hetta er fitt fólk í felagnum, man er vorðin sera væl móttikin, og tað var nemt at fella til.

Nýggja felagið hjá Árna vann steypafinaluna í fjør, men hevur ikki heilt bjóðað av um FM seinastu trý árini. B36 vann FM í 2014 og 2016, og nú eru teir í yngra havnarfelagið í fremstu røð svangir. Leikarin úr Saltangará vísur tó á, at tað er  ”ein dyst at gangin”, og at grannarnir eru favorittur til at at endurvinna føroyameistaraheiti:

- Sjálvandi spæla vit við fyri at vinna, men at fara at siga nú, at man vinnur FM vildi verið býtt. Hópurin er svangur og til reiðar at fara inn at arbeiða fyri at vinna hvønn dyst. Vit taka ein dyst í senn og so telja vit upp eftir 27 umfør. HB er sjálvandi favorittur, tá teir vunnu kappingina so sannførandi í fjør og hava hildið uppá leikararnar, umframt at teir hava fingið tilgongd.

Árni Frederiksberg ásannar, at uppstarturin ikki hevur gingið heilt eftir ætlan – serliga orsakað av skaðum í hópin. Í B36 vita teir tó, at nógv góðska býr í liðnum, og tað vil nýggi leikarin, umframt hinir, vísa:

- Málið fyri kappingarárið er at gera tað so gott sum møguligt. Vit fara inn hvønn dyst fyri at vinna hann. Tó hava venjingardystinir verið eitt sindur trilvandi, har vit hava fingið nógvar smásnuddir umframt onkran størri skaða. Tó vita vit, at vit hava kvalitet í hópinum til at vinna á øllum, og tað fara vit hvønn dyst inn fyri at gera.

Seinastu árini hevur Árni Frederiksberg støðugt verið ímillum teir, ið eru við í flestu málum í Betrideildini. Í fjør hevði hann 25 málstig ( mál + upplegg); tað var næstflest. Hann er m.a. kendur fyri sítt ógvuliga góða vinstra bein og innlegg, og spuringurin er so, hvussu 26-ára gamli leikarin fer at yvirføra hetta til B36, og hvat mál hann hevur sett sær:

- Sjálvandi havi eg sett mær nøkur mál at arbeiða fram ímóti, men fyrst og fremst snýr tað seg um at gera tað so væl so møguligt, soleiðis at liðið avrikar optimalt. Tá man hevur fingið liðið at virka so gott nú tað ber til, so kann man fara at hugsa um síni persónligu mál. Men liðið skal fyrst avrika so væl sum tilber.

Les meira: 
Petur Knudsen: Vit fara framvegis at skora nógv mál
Adrian Rúnasson Justinussen: Hugsa ikki meira um 2018

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder