2018-11-01 12:05
Snillingurin hjá runavíkingum spælir í hvítum næsta kappingarár. Tað boðar B36 frá í dag.
Árni Frederiksberg hevur seinnu árini verið ein av mest eyðsýndu leikarunum í føroyskum fótbólti, og nú sleppur B36 at njóta gott av hansara dygdum.
- B36 spælir fótbólt á sama hátt, sum eg ynski at spæla. Her verður spælt - og ikki bara sparkað - og tí rokni eg við, at B36 og eg verða eitt gott match, sigur Árni Fredriksberg við heimasíðuna hjá B36.
Sáttmálin er galdandi fyri 2019.
B36 kunngjørdi í gjár at Brian Jacobsen úr Skála kemur til felagið umframt at málverjin Rói Mørk Hentze leingir við felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald