Fótbóltur

Aron Benjaminsen verður eftir øllum at døma seldur til Skotlands

Skotskir miðlar eru á einum máli um, at Hearts er við at um at fáa klørnar í evnaríka 18-ára gamla føroyingin, sum í ár hevur bergtikið fyri Víking.

Síðani kviki og snildi vongurin beit seg fastan á liði hjá Víkingi  hevur Aron Benjaminsen av álvara gjørt bart. U21-landsliðsspælarin skoraði eisini í báðum Conference League-dystunum hjá Víkingi móti íslendska Stjarnan í summar.

Síðani kviki og snildi vongurin beit seg fastan á liði hjá Víkingi hevur Aron Benjaminsen av álvara gjørt bart. U21-landsliðsspælarin skoraði eisini í báðum Conference League-dystunum hjá Víkingi móti íslendska Stjarnan í summar.

2026-08-24 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein strandingur kann skjótt enda í fremstu skotsku deildini.

Í eina tíð hevur ljóðað, at stórur áhugi er fyri Aron Benjaminsen á fínum adressum í Evropa, og serliga í dag eru ítøkiligar søgur farnar at ganga.

Tað er Hearts, sum er nær við at fáa fatur á evnaríka 18-ára gamla vonginum hjá Víkingi, sum hevur skinið í 2026.

Felagið úr Edinburgh, sum í fjør var ógvuliga nær við at vinna skotska meistaraheitið, sigst at leggja nógv fyri. Júst ein miðil úr skotska høvuðsstaðnum er millum teir, sum skriva nógv um væntaðu flytingina.

Sambært edinburghnews.scotsman.com roynir Hearts at fáa Aron Benjaminsen í hús innan næstu vikuna ella so. Flytingarvindeygað í Skotlandi letur aftur hósdagin 3. september - tveir dagar undan steypafinaluna millum Víking og KÍ.

Tað hevði verið ein stórur smeitur fyri Víking, men tað hevur verið greitt í eina tíð, at Aron Benjaminsen ikki verður leingi í Sarpugerði. Síðani kviki og snildi vongurin beit seg fastan á liði, hevur hann av álvara gjørt bart.

Á ár er tað bert systkinabarnið í KÍ, Árni Frederiksberg, sum hevur fleiri málstig í Føroyum. Aron Benjaminsen skoraði eisini í báðum Conference League-dystunum hjá Víkingi móti íslendska Stjarnan í summar.

[object Object]
Aron Benjaminsen eftir málið í heimadystinum hjá Víkingi í Conference League, har hann aftur vísti sínar dygdir (Mynd: Sverri Egholm) 

Sambært skotskum miðlum og flytingartíðindamonnum á sosialu miðlunum, er eitt skifti mest sannlíkt. Nakrir føroyskir miðlar halda seg eisini vita, at hetta nærkast, og keldur hjá Portalinum og FM1 siga eisini, at Aron Benjaminsen mest sannlíkt ikki verður í føroyskum fótbólti serliga leingi afturat.

Í skotsku miðlunum verður víst á stóra áhugan fyri Aroni, at talan helst veðrur um sekssiffraða upphædd - í bretskum peningi - og at greiningarfyritøka hevur peikað á føroyska spælara sum góðan møguleika hjá Hearts.

Dagført: 20.52: Portalurin hevur í kvøld havt stutt samskifti við formannin í Víkingi fyri at spyrja nærri inn til søguna. Brandur Jacobsen vil ikki vátta nakað - uttan tað at har er ávísúr útlendskur áhugi fyri Aroni Benjaminsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder