Gitingarnar hava verið har í eina tíð, og tað hevur áhugin sanniliga eisini verið. Í gjár, mánadag, kom av álvara røringur í søgurnar um Aron Benjaminsen - bæði í Skotlandi og her í Føroyum.
Tróndur Arge skrivaði á sosiala miðlinum X, at eitt skifti til skotska Hearts var á veg - og seinni at hann var seldur. Heimasíðan dimma.fo skrivaði, at tað var spurningurin um nakrar fáar dagar, áðrenn flytingin fór ígjøgnum, og í gjárkvøldið skilti Kringvarpið at Aron Benjaminsen skal spæla sín seinasta dyst fyri Víking á hesum sinni fríggjakvøldið ímóti HB.
Portalurin hevur í dag fingið váttað frá fleiri keldum, at soleiðis verður tað eisini - uttan okkurt púra óvæntað hendir.
Aron Benjaminsen spælir lykladyst í evropeiska stríðnum fríggjadagin, og um vikuskifti gongur leiðin til Skotlands, har læknakanning og annað eru á skránni: Strandingurin lendir eftir øllum at døma í Edinburgh seinni í vikuni.
Portalurin var mánakvøldið í samband við Brand Jacobsen. Formaðurin í Víkingi fekk ikki staðfest nógv annað enn, at áhugi avgjørt er fyri 18-ára gamla stjørnuskotinum.
Sí eisini: Formaðurin í Víkingi hevur ikki stórvegis viðmerkingar til stóru flytingarsøguna
Tað stendur tó so at siga púra greitt, at Aron Benjaminsen ein av næstu døgunum endaliga verður seldur til skotsku silvurvinnararnar fyri tað, sum skotski miðlar skýra "eina minni seks-siffraða upphædd".
Hetta merkir, at Víkingur verður sín størsta profil í ár fyriuttan í steypafinaluni móti KÍ 5. september, umframt í endaspurtinum í evropeiska stríðnum.
![]()
Føroyska stórtalentið skal skjótt á flog. Hearts var ógvuliga nær við at vinna skotska meistaraheiti síðsta kappingarár og hevur sýnt Aroni Benjaminsen stóran áhuga (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald