Ein evnaríkur føroyskur U-landsliðsspælari skiftir nú til norskt felag. Talan er um Aron Benjaminsen, ið hevur gjørt ein trý-ára sáttmála við Kristansund BK.
Hetta skrivar in.fo seinnapartin.
Hann er uppvaksin í Skála ÍF og fylti 16 ár í november. Áhugi hevur verið fyri Aroni eftir avrikini á føroyska U17-landsliðnum - millum annað úr Noregi. Sum skilst hevur Molde ligið fram við, men nú vongurin fer av landinum, fall valið á Kristansund.
Pápin er ein legenda í føroyskum fótbólti. Fróði Benjaminsen sigur við in.fo, at Aron Benjaminsen millum annað gjørdi sáttmála við Kristiansund, tí talan er um eitt felag, ið brúkar ungar spælarar nógv. Kristiansund flutti upp í bestu norsku deildini í vetur.
Tað er eitt sindur longri ímillum, at føroyskir unglingar fara av landinum at royna seg, í mun til fyri nøkrum árum síðani. Aron Benjaminsen hevur spælt yvir tjúgu U-landsdystir fyri Føroyar, og í fjør skoraði hann fýra mál í níggju dystum fyri U17-landsliði, sambært FaroeSoccer.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald