Annað

Aron D. Jacobsen norðurlendskur meistari í beinsveiggj

Besta úrslit, sum nakar føroyskur amboðsfimleikari nakrantíð hevur fingið til eina altjóða kapping.

(Mynd: Hjálmar A. Dalsgarð)

(Mynd: Hjálmar A. Dalsgarð)

2024-04-08 08:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aron D. Jacobsen vann í gjár gull í beinsveiggj í kappingini Nordic Championship í Oslo.

Hetta er besta úrslitið, sum nakar føroyskur amboðsfimleikari nakrantíð hevur fingið til eina altjóða kapping. Innleiðandi kappingin var í leygardagin, og tá fekk Aron ein karakter áljóðandi 13.600 stig, og harvið kvalifiseraði hann seg sum nummar 1 til finaluna.

Úrsliti av kappingini varð tað sama sum til innleiðandi, og fekk Aron 13.600 stig, Marcus Pietarinen úr Finlandi bleiv nummar 2 við 13.533 stigum og David Rumbutis úr Svørríki bleiv nummar 3 við somuleiðis 13.533 stigum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder